Talan var eitt ferðalag upp á fýra fólk, sum skulu royndarkoyra bilin fyri bilmagasinið AutoWeek, samstundis sum ein ferðafrásøgn verður gjørd um Føroyar og Ísland. AutoWeek er størsta bilmagasin í Hollandi. Tann sum tekur myndirnar og skrivar frásøgnina er Tamara Laskowski, sum er grafiskur designari og fotografur.
Skoda Yeti 4x4 er ein fimmpersónabilur sum kom á marknaðin í 2009. Skoda hevur sponsorerað túrin, og er tað ein góð reklama fyri teir við eini ferðafrásøgn úr Føroyum og Íslandi við einum fýrahjólsdrivnum Skoda.