Wolfsburg. Golfarnir sum vórðu royndarkoyrdir í Týsklandi høvdu allir fylgisveinastýrda navigatiónsskipan. Ruturnar sum skuldu koyrast, vóru tastaðar inn og lagdar soleiðis til rættis, at bilarnir komu at koyra undir so nógvum ymiskum umstøðum sum gjørligt.
Skipanin virkar soleiðis at framman fyri bilføraran, á instrumentborðinum, er eitt display har bilførarin verður orienteraður um tað, sum er fyri framman. Ein rødd sigur t.d. at um 500 metrar skal bilurin snara til høgru, síðan kemur ein pílur sum vísir at snarast skal til høgru. Á displaynum sær bilførarin, hvussu hann nærkast tí staðnum, har hann skal snara. Um rætt verður atborið, kemur bilurin altíð fram til røttu gøtuna og til røttu adressuna. Miðskeiðis í instrumentborðinum er ein skíggi, sum alla tíðina vísir, hvar bilurin er staddur
Navigatiónsskipanin er sera einføld at brúka, tá bilførarin hevur vant seg við brúka hana. Her hjá okkum er ikki neyðugt við slíkari skipan, men hjá teimum sum koyra nógv uttanlands kann tað vera sera hent.









