Royndarkoyra teknikkin

Arbeiðið við at umskipa parkeringsøkið við farstøðina í Vága Floghavn hevur gingið væl. Bumskipanin er sett upp, og tekniska útgerðin verður royndarkoyrd í hesum døgum. Kantsteinar, avmarkingar og asfaltarbeiðið verður liðugt 24. juli 2009 og samlaða arbeiðið verður væntandi liðugt 21. august. Bumskipanin verður væntandi tikin í brúk fyrst í september.

Í viku 30 verður ferðslan umløgd, so omankoyringin verður vestanfyri verandi parkeringsøki, sneitt verður til høgru og koyrt fram við farstøðini til innkoyringina í útsynningshorninum til nýggja parkeringsøkið.

Verandi skipan við gjaldi á staðnum verður nýtt, til bummskipanin verður tikin í brúk fyrst í septembur í ár.

Vága Vaktarhald, sum vegna Vága Floghavn rekur parkeringsøkið í dag, verður til hjálpar á staðnum, meðan arbeitt verður, og meðan nýggja gjaldsskipanin verður tikin í nýtslu.