Húsavíkar kommuna er farið undir eitt nýtt átak í eini roynd at lokka fleiri fólk at búseta seg í bygdini.
Nú er møguligt hjá fólki at leiga eini hús í Húsavík at búgva í í eina tíð og uppliva dagligdagin í bygdini. Vónin er, at fólk skulu fella fyri bygdini og bygdalívinum, og taka avgerð um at taka fastan bústað í bygdini.
Eyðvør Dam, skrivari í Húsavíkar kommunu, sigur við in.fo at higartil eru trý húski, ið hava búð í royndarhúsunum, áðrenn tey eru flutt inn í nýggj hús í bygdini. Tey hava tó øll havt tilknýti til Húsavík. "Frástøðan á oynni er tó ikki so stór, so um fólk umhugsa at búseta seg aðrastaðni á oynni, kunnu tey royna húsini her, og uppliva dagligdagin á oynni."
Húsini, talan er um, eru gomlu lærarahúsini í bygdini, sum eisini vóru eldrasambýlið, áðrenn ellisheimið á Sandi var tikið í nýtslu.










