Royndarætlan við battarískipan í Vestmanna

Ein royndarverkætlan við framkomnari battarískipan fer í gongd í næstum í Vestmanna.

Tað skrivar Vestmanna kommuna.

 

Royndarverkætlanin skal vísa, um sjóvarfalsorka saman við framkomnari battarítøkni kann avloysa elframleiðslu við olju og slóða fyri framtíðarútbygging á útoyggj, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Tað er svenska fyritøkan Minesto, ið hevur sítt føroyska høvuðssæti í Vestmanna, sum er farin undir hesa nýggju royndarverkætlan saman við SEV, fyritøkuni Capture Energy og svensku umhvørvisstovuni IVL.

 

Skipanin sameinir ein sjóvarfalsdreka frá Minesto, eina 1,2MW/2MWh battarískipan (gridforming BESS) frá Capture Energy, saman við einari stýrisskipan (Capure Controller), sum skal tryggja støðuga og álítandi orkuveiting.

 

Leikluturin hjá SEV í verkætlanini er sum brúkari av skipanini, og hareftir at eftirmeta møguleikan at brúka skipanina í eitt nú Fugloy, Skúvoy og Mykinesi.

 

IVL fer at veita serkøna greining av møguligum umhvørvisárinum av skipanini.

 

Verkætlanin er stuðlað av svenska orkumyndugleikanum við 25 mió. svenskum krónum.

 

Battarískipanin fer at standa Inni á Fjørð í Vestmanna á leiguøkinum hjá Minesto.