Roynd og óroynd á lista A í Vágum

Ein kvinna og ein maður á vallistanum hjá Vága Fólkafloksfelag.

Vága Fólkafloksfelag boðar í kvøld frá, at tað er liðugt við uppstillingina til komandi løgtingsval.


Á listanum eru tvey fólk, ein kvinna og ein maður.


Formaður floksins og núverandi fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, er annað av valevnunum. Jørgen tók fyrstu ferð sæti á tingi sum varamaður í 1989, tá hann var tjúgu ára gamal. Í 1994 eydnaðist honum at verða valdur sum fyrstvaldur á fólkaflokslistanum í Vágum.


Marin Sigvaldsdóttir Bláberg er hinvegin eitt óskrivað blað í føroyskum landspolitikki, hóast hon hevur royndir í kommunalpolitikki. Hetta er fyrstu ferð at hon stillar upp til løgtingsval, men hevur hon havt sæti í býráðnum í Vága Kommunu síðani 2008.