Roynd at seta eld á í kirkjuni við Gjógv

Um vikuskiftið hevur onkur verið inni í kirkjuni við Gjógv og roynt at seta eld á. Kriminalpolitiið kannar málið

Tá kirkjutænararnir komu í kirkjuna við Gjógv í sambandi við eina brúðarvígslu leygardagin, varnaðist ein teirra, at ein brunamerki var á øðrum stólpanum við kórsgáttina, og at ein pappírslepi við brunamerki lá á lesipultinum. Morgunin eftir varnaðist klokkarin, at eldur hevði verið í altardúkinum, og at nakrar síður í einari sálmabók, swum lá frammi í kóri, høvdu brunamerki.

 

Sofus Johannesen, urguansari og kirkjuráðslimur, sigur, at brunamerkið á altardúkinum var ikki leygardagin, og tí er greitt, at talan er um tveir tilburðir við eldáseting.

 

Málið er meldað til løgregluna. Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Runavík, sigur, at málið verður kannað sum ein roynd at seta eld á, og tí er málið latið kriminalpolitinum í Havn, sum skuldi fara til Gjáar í dag at kanna viðurskiftini. Sýslumaðurin sigur, at eingin er undir beinleiðis illgruna í sambandi við málið.

 

Gjáar kirkja hevur altíð staðið opin, og hon hevut fingið góðan frið, sigur Sofus Johannesen. Men eftir tað, sum er hent um vikuskiftið, hevur kirkjuráðið gjørt at av læsa kirkjuna - fyribils í hvussu er.