Royna semju við skopuningar

Kommunustýrið á Sandi fer at gera eina roynd aftrat at fáa Skopunar kommunu at gjalda skuldina til felags kommunalu læknaskipanina

Á skránni fyri kommunustýrisfundin á Sandi mánakvøldið var eitt evni felags kommunali læknin.
Undan fundinum segði Brandur Sandoy, borgarstjóri við Portalin, at hann ætlaði at fáa kommunustýrið at taka støðu til, hvat gerast skal mótvegis Skopunar kommunu, sum stendur í stórari skuld til Sands kommunu fyri læknaskipanina.
Sands kommuna hevur lagt út og ótolnast eftir at fáa peningin aftur.
Skipanin er, at hinar kommunurnar gjalda til skipanina eftir einum býtislykli, og Sands kommuna leggur út.
Skuldin hjá Skopunar kommunu er umleið 800.000 krónur.
Men kommunustýrisfundurin samtykti ikki at taka nøkur álvarslig stig beint nú fyri at fáa Skopunar kommunu at gjalda.
Tað bíðar til næsta kommunustýrisfund, sum verður í august.
- Vit hava gjørt fleiri royndir, men okkum dámar betur at loysa málið við semju enn at fara í rættin, sigur Brandur Sandoy.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun vil ikki gera viðmerkingar til sjálva skuldina. Hann heldur tað vera løgið, at Sands kommuna skal koma við slíkum ábreiðslum nú.
Borgarstjórin í Skopun leggur aftrat, at hann ongantíð hevur sæð nakra fíggjarætlan fyri læknatænastuna. Sands kommuna hevur sent rokningar, sum einki hevur verið upplýst um, hvat tær vóru fyri.