Fronsku myndugleikarnir fóru í gjár undir at bjarga líkum úr Air France-flogfarinum, sum datt niður í Atlantshavið á veg úr Rio de Janeiro til París tann 1. juni í 2009. Øll tey 228, sum vóru í Airbus A330-flogfarinum, lótu lív.
Í síðsta mánað fann eitt bjargingarlið fleiri stór vrakpetti av flogfarinum á 4.000 metra dýpi, og fyrradagin kunngjørdi franska fregnartænastan, at bjargingarliðið hevði funnið annan av teimum báðum svørtu kassunum úr flogfarinum.
Franska stjórnin samtykti fyri nøkrum vikum síðani at royna at bjarga sum mest av flogfarinum og so nógvum líkum sum gjørligt, og tað er hetta arbeiðið, sum byrjaði í gjár, skrivar AFP.










