Royna einaferð afturat

Atlantsflog ger enn eina roynd at fáa glið á flogferðsluna í kvøld

Hóast nógvar seinkingar og avlýsingar í flogferðsluni, ger Atlantsflog eina roynd afturat í kvøld og í nátt.

Í kvøld verður gjørd ein roynd afturat at fáa RC453 úr Keypmannahavn og gongst sum ætlað, setir hann seg í Vágum klokkan 21.30 í kvøld.

Lendur hetta flogfarið, fer tað aftur til Keypmannahavnar klokkan trý í nátt við ferðafólkunum, sum upprunaliga skuldu fara avstað við RC456 og RC462  í kvøld.

Annars heitir Atlantsflog á ferðafólkini við flogførunum, RC456 og RC462 um, at halda seg kunnugan við fráboðan um hesa fráferð seinni í kvøld.

Í hesum sambandi kemur Atlantsflog við nærri boðum umleið klokkan 21 í kvøld.


Flogfarið úr Aalborg, RC481, sum ikki lendi seinnapartin, er farið aftur til Keypmannahavnar og nærri boð um tað koma eisini klokkan 21 í kvøld. 

RC1411 ferð úr London Gatwick klokkan 05.35 í nátt og væntast í Vágar klokkan 08.00.

RC430 til Bergen flýgur ætlandi klokkan 08.45 ímorgi árini sum RC1430 klokkan.

RC431 / 18JUL13 flýgur ætlandi úr Bergen klokkan 12.00 lokala tíð.

Nærri boð um flogferðsluna annars í morgin til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg og Reykjavík koma klokkan 21 og annars heitir Atlantsflog á fólk um at fylgja við á heimasíðuni.