Tað er greitt, at Smyril skal til Danmarkar á beding til eftirlit um ein góðan mánað. Herfyri upplýsti Strandferðslan, at Smyril fer av landinum týsdagin 16. august og so skuldi hann vera úr sigling í einar sjey vikur, tí hann skuldi setast aftur í sigling fyrstu vikuna í oktober.
Men nú er ætlanin broytt eitt lítið sindur, tí jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Smyril fer av landinum fríggjakvøldið 19. august. Samstundis roynt at stytta tíðina so nógv sum gjørligt, so endamálið er at tað skal ikki taka meiri enn fimm ella seks vikur at gera tey arbeiðini umborð, sum skulu gerast, og sostatt er ætlanin at hava Smyril aftur í sigling í seinnu seinast í september.
Virkandi stjórin sigur, at tey gera, hvat tey kunnu fyri at stytta tíðina, hann er á beding, so nógv, sum gjørligt, men talan er um eitt eftirlit, sum skipasýnið krevur, so tað eru arbeiði, sum tað ikki slepst undan at gera og tað má taka tað tíð, tað tekur, sigur hann.