Royna at skapa 30-35 arbeiðspláss í Sørvági

­Nógvur partapeningur er fingin til vega, men enn skulu stigtakararnir útvega einar 600.000 krónur. Roynt verður nú at fáa bygdarfólkið at seta pening í nýggja virkið

Gongur sum ætlað, fáa Sørvingar eitt hampiliga stórt arbeiðspláss afturat í næstum.

Tað er felagið West Fish í Sørvági, sum nú roynir at endurreisa fiskavirkið, sum felagið fyrr hevur havt, men sum helt uppat fyri einum góðum mánaða síðani.

Áðrenn West Fish gavst, helt tað til í ³Hvíta Húsi3 í Sørvági, men nú ætlanin er at endurreisa felagið, skal virksemið vera í tí, tey nevna ³Bláa Húsi3 á bryggjuni.

Bláa Hús er ný ístandgjørt til endamálið og tey eru næstan klár at flyta inn í

Húsið er nú í so góðum standi at sørvingar halda ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa húsið heilsufrøðiliga góðkent. Tað er Vesturvón, sum eigur bæði húsini.

Andrias Berglíð, nevndarformaður í West Fish, sigur, at orsøkin til, at West Fish gavt, var, at felagið var ov veikt peningaliga til at standa seg í kappingini.

Ikki minst knípti tað at kunna keypa stórar lastir og tí varð arbeiðið alt ov órationelt.

­ Men felagið fór ikki á húsagang, og nú verður so roynt at fáa virksemið ígongd aftur við nógv meiri í eginpeningi.

­ Andrias Berglíð sigur, at ætlanin er, at tað nýggja felagið skal vera munandi sterkari, fíggjarliga.

Hann vil ikki siga, hvussu nógvan eginpening, tey skulu hava, ella hvussu nógv, tey hava nú.

Men hann sigur, at felagið hevur fingið rættiliga fitt av eginpeningi síðani farið varð undir endurreisingina.

­ Men vit skulu helst havt einar 600.000 krónur afturat, sigur nevndarformaðurin.

Men nevndarformaðurin dylir ikki fyri, at tað gongur meiri strilti.

Og nú verður roynt at fáa bygdarfólkið, og fólkið í bygdini at seta pening í virkið.

Í gjárkvøldið skuldi bygdarfundur verða í Sørvági, har stigtakararnir fóru at greiða frá ætlanini hjá West Fish og har heitt varð á bygdarfólkið um at seta pening í.

­ Vit vóna, at sørvingar megna at reisa tær 600.000 krónurnar, sum resta í, so at vit fáa eitt arbeiðspláss afturat.

Tað er annars Sørvágs Arbeiðarafelag, sum er høvuðspartaeigari í West Fish. Sum er eigur Arbeiðarafelagið 2/3 av felagnum.

Umframt pening, krevst eisini nakað av nýggjum maskinum til tað nýggja virkið.

Upprunaliga virkið hjá West Fish byrjaði í 1994, men teir góvust fyri einum mánaða síðani.

Tá ið mest var av arbeiðið trý tey fyrstu árini, arbeiddu 30-35 fólk á virkinum.

Men hesi seinastu tíðina vóru tey ikki fleiri enn 10 fólk, og gott tað.

Andrias Berglíð sigur, at gongst sum ætlað, verða tað eisini eini 30-35 fólk, sum koma at arbeiða á nýggja virkinum.

Ætlanin er bæði at arbeiða feskan fisk, eitt nú fløk, skrædlað og óskrædlað, umframt saltfisk.

Men hvussu nógv, felagið skal fáa av fiski, fyri at raksturin skal bera seg, dugir Andrias Berglíð ikki at siga.