Petur Ove Kruse Johannesen, sum eigur og rekur PO Brookers, sigur, at eitt nú sviar og danir hava víst Vesturfarinum áhuga. Í síðstu viku upplýsti eigarin av trolbátunum, Vesturfarinum og Niclasi, at hann hevði borið Føroya Banka lyklarnar til bátar sínar, sum nú liggja í Vestmanna.
- Raksturin hongur ikki saman, og tí er einki at gera, segði hann.
Helgi Jespersen á vinnulívsdeildini hjá Føroya Banka sigur, at bankin og eigarin av Vesturfarinum og Niclasi hava gjørt avtalu um at royna at selja trolbátarnar í fríari sølu.
Tað er smápartafelagið PO Brookers, sum Petur Ove Kruse Johannesen eigur og rekur, ið nú roynir at selja Vesturfarið og Niclas fyri eigara og banka.
Petur Ove Kruse Johannesen sigur, at áhugi hevur verið vístur Vesturfarinum úr eitt nú Svøríki og Danmark, men ilt er at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at selja bátarnar.
Sum skilst, verður Vesturfarið helst seldur av landinum, meðan loyvini hjá trolbátinum verða eftir í bólkinum 4T, sum eru bátarnir, ið plaga at fiska á landleiðini um sumrarnar.
Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, noyðist Føroya Banki helst at selja loyvini út til onnur feløg, sum virka í hesum bólki, áðrenn Vesturfarið verður seldur og strikaður úr føroysku skipaskránni.
- Mett verður ikki, at Niclas hevur nakað serligt søluvirði, men onkur hevur spurt um bátin til eitt nú gágguveiði, sigur Petur Ove Kruse Johannesen.
Niclas eigur annars einar 40 troldagar og umleið sama tal av línudøgum, men báturin hevur ikki verið í vinnu í longri tíð, og tí kunnu hesir dagar ikki seljast uttan víðari.