Royna at lumpa pengar frá avvarðandi at fólki sum eru deyð

Føroya Rættur ávarar fólk um ikki at lata seg lumpa

Seinastu tíðina er tað hent, at svikarar hava ringt til avvarðandi hjá fólki, sum eru deyð við tí endamáli at lumpa pengar frá teimum.

Og á heimasíðu síni ávarar Føroya rættur nú fólk ímóti hesum, so at fólk ikki skulu lata seg lumpa.

Tey sum ringja, siga nevniliga at tey arbeiða í skiftirættinum og at tey ringja í sambandi við búgvið eftir teimum, sum eru deyð, tí deyðbúgvið er til viðgerar í skiftirættinum.

Tey sum ringja, biða tískil um ymsar persónligar upplýsingar, eitt nú p-talið og upplýsingarnar um netbankan.

Men rætturin ger vart við, at tey biðja ALDRIN um slíkar upplýsingar í telefon ella í teldubrævi.

Skiftirætturin biðjur ikki um aðrar upplýsingar enn teir, sum biðið verður um á formligu skjølunum frá skiftirættinum í sambandi við deyðsbúgvið.

Tú skalt undir ongum umstøðum geva nakrar persónligar upplýsingar frá tær í telefononi, á sms ella í teldubrævi, ella upp á aðrar mátar, tí einastu upplýsingar, skiftirætturin biðjur um, eru teir, sum spurt verður um á formligu skjølunum í sambandi við deyðsbúgvið.