Børnini, og tey ungu, skulu lokkast burtur frá telduni og sjónvarpinum, og út í fríska luft at røra seg.
Tað er endamálið hjá kommunustýrinum í Sunda kommunu og tí skulu allar bygdirnar í kommununi hava graslíkisvøll at sparka á, umframt stóra fótbóltsvøllin við Margáir.
Summar bygdir hava longu fingið ein av smærru FIFA-sparkivøllunum og aðrastaðni verður lagt á.
- Fyri at røkka endamálinum um at fáa tey ungu út at sparka, hava vit gjørt av, at sama, hvar í kommununi tú ert, skal tað verða stutt á ein sparkivøll, sigu Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.
Og á seinasta býráðsfundi, er samtykt at gera sparkivøll á Norðskála og við Gjógv eisini. Vølurin við Norðskála verður gjørdur nú og vøllurin við Gjógv verður gjørdur næsta ár. Tað er eitt mál, sum eftir reglunum skal samtykkjast eina ferð afturat fyri at verða endaligt, men tað er neyvan annað enn ein avgreiðsluspurningur.
Heðin Zachariasen ásannar, at tað kann verða skotið teimum í skógvarnar, at tað er at tveita pengarnar burtur at gera ein vøll við Gjógv, tí har eru ongi børn. Men hann er ikki samdur, tí hann sigur, at í hvussu so er um summarið, er fitt av børnum við Gjógv.
Hann sigur, at samstundis verður graslíkið á vøllinum við Margáir skift og eisini tað verður liðugt nú í summar.
Tilsamans brúkar kommunan 3,3 milliónir til vøllirnar, men borgarstjórin heldur, at kann tað lokka børn og ung, og fólk annars, at røra seg, er peningurin væl farin.
- So vóna vit at síggja nøkur av børnunum aftur sum spælarar í EB/Streymi, leggur hann afturat.