Royna at lokka almenna umsiting suður á Tvøroyri

Tvøroyrar Kommuna fer helst at flyta umsitingina og samstundis er ætlanin at bjóða stóra bygningin hjá kommununi fram til almenna umsiting

Kommunumál

Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð fer nú at royna at lokka almenna umsiting suður á Tvøroyri.
Í tí sambandinum er ætlanin at bjóða ráðhúsið mitt á Tvøroyri fram til almenna umsiting.
Nú kommunan hevur lagt fíggjarætlanina fyri næsta ár, hevur hon sett 500.000 krónur av til at gera bygningin ístand, sum kommunan eigur inni á Hvítanesi.
Tað er bygningurin, sum heilsølan hjá Poul Hansen helt til í.
Talan er um eini søgulig hús, har nógv virksemi hevur verið í gomlum døgum. Hartil liggur húsið sera væl fyri, niðri við sjóvarmálan, við bátabrúgv niðanfyri, stórum fiskaplássi rundanum og góðum møguleikum at gera parkeringsplásss.
Kommunan eigur húsini og fyri at tey ikki skulu forfarast, ætlar kommunan nú at gera álvara av at gera tey ístand.
Kommunan hevur bjóðað landinum, húsini til nýggjan heilsuskúla, men Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at eftir teimum ábendingum, kommunan hevur fingið frá landsumsitingini, er ikki áhugi fyri at gera skúlan har.
?So skjótt vit hava fingið tað endaliga staðfest at landið ikki tekur av, fara vit at kanna aðrar møguleikar at fáa nyttu burturúr húsunum, sigur borgarstjórin.
Enn er ikki endaliga gjørt av, hvat húsið skal brúkast til.
? Men tað er nógv, sum talar fyri, at kommunan flytir sína umsiting inn har og at hetta sostatt verður nýggja ráðhúsið á Tvøroyri.
Men Kristin Michelsen sigur, at húsini eru so mikið stór, at har kann nógv annað verða afturat umsitingini hjá kommununi.
Fyrr hevur verið nevnt at hava ymiskt frítíðarvirksemi í húsinum.

Bjóða seg fram
Spurningurin er so, hvat húsini, sum kommunan nú húsast í, skal brúkast til.
Tvøroyrar Kommuna heypti hendan bygningin frá Føroya Banka fyri ikki so langari tíð síðani.
Kristin Michelsen sigur, at húsini kunnu so altíð seljast.
Men í ryrstu syftu er tað ikki ætlanin.
Kristin Michelsen sigur, at ætlanin er at bjóða húsini fram til almenna umsiting í eini roynd at lokka almenna umsiting út um landið at vera.
Hann sigur, at eitt, sum býráðið hevur hugsað um at bjóða húsið fram til, er til tað yvirskipaðu umsitingina ið krevst, nú barnaforsorgin skal flytast undir kommunurnar at umsita.
?Í tí sambandi skal ein nýggj umsiting skipast og vit ætla okkum at bjóða henni hesi nýmótans skrivstovuhøli, sum eisini eru í góðum standi, at vera í.
? So er í hvussu so er møguleikin at flyta umsiting út um landið, heldur enn at troðka alt saman í Havn, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.