Fólk skulu hava ráð til at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Prísurin fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin hevur verið fyri hørðum atfinningum, tí nógv halda, at tað er ov dýrt. Tølini vísa eisini, at tað koyra ikki so nógvir bilar ígjøgnum tunnilin, sum endamálið var, serliga eru tað fáir stórir lastbilar, og treylarar, sum brúka tunnilin.
Eftir lógini um ferðaendurgjald fyri at koyra til og frá arbeiði, stendur, at stuðul verður latin fyri stytstu leið, men nú Eysturoyartunnilin læt upp, tulkar Taks lógina soleiðis, at ferðaendurgjald kann latast, sama hvønn veg bilararnar koyra, tí tað stendur í viðmerkingunum, at ferðaendurgjald kann latast fyri at koyra tann vanliga vegin.
Hesum er Jørgen Niclasen grundleggjandi ósamdur í, tí eftir hansara tykki er hann sigur, at við hesum stuðlar Taks bilførarum í at lata vera við at brúka Eysturoyartunnilin – sum landskassin annars veðheldur fyri.
Tí ætlar hann sær í Løgtingið við einum uppskoti, sum ger tað púra greitt, at ferðaendurgjald verður bara latið fyri at koyra stytstu leið.
Men hann sigur, at hetta málið verður loyst saman við nógum øðrum samferðslumálum, sum samgongan arbeiðir við.
Hann sigur, at einarbeiðsbólkur er settur við limum úr øllum samgonguflokkunum til at viðgera fleiri mál á samferðsluøkinum.
Semja umfleiri mál
Jørgen Niclasen vil ikki siga so nógv ítøkiligt, akkurát, hvat tað er, bólkurin arbeiðir við. Men hann sigur, at eitt mál er at loysa samferðslutrupulleikarnar hjá Smyrli, sum hevur so nógv at føra av farmi, bilum og fólki, at hann javnan og savnan er nógv seinkaður.
Ein máti at loysa tað málið er at lata privatu flutningsfeløgini sigla nakrar túrar ímillum Suðuroy og Havnina við farmi, men skal prísurin ikki hækka av teirri orsøk, krevst stuðul úr landskassanum til tað.
– Tað er eitt av málunum, samgongan skal finna eina semju um, sigur Jørgen Niclasen. Ein annar spurningur er gjøldini fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. Hann vil ikki útgreina, hvat liggur í hesum, tí semja skal fáast í samgonguni um tað. Men røddir hava verið frammi í samgonguni um tað skal vera ókeypis, men onnur hava gjørt greitt, at tað ber ikki til. Jørgen Niclasen sigur, at hvat tað endar við, mugu vit bíða eitt við, til samgongan er samd um eitt úrslit.
Men so skal arbeiðsbólkurin eisini semjast um gjøldini fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Tunnilsfelagið ásetir gjøldini, men Jørgen Niclasen sigur, at tað verður neyðugt at fáa prísin so mikið lágan, at fleiri fara at brúka hann. Í hesum sambandi vísir hann á, at tann sum brúkar tunnilin hvønn dag til og frá arbeiði, rindar eini 3.000 krónur um mánaðin og veruleikin er eisini, at tað eru ov fáir bilar, sum brúka tunnilin.
Ein máti at gera tað lættari, er at hækka ferðagjaldið fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, men eisini tað er eitt mál, samgongan skal semjast um.
Jørgen Niclasen sigur at skal hann verða bjartskygdur, verður bólkurin liðugur um tvær vikur og so verða uppskot løgd fyri løgtingið í næsta mánaði.