Hugskotskapping
Tvøroyri: Hvat skal bygningurin, sum heilsølan hjá Poul Hansen á Tvøroyri var í, nú brúkast til??
Tað er ein spurningur, sum Tvøroyrar Býráð hugsar nógv um í løtuni.
Býráðslimir hava lagt høvdið í blot og á býráðsfundi mánakvøldið varð nógv tosað um, hvat tann stóri bygningurin inni á Hvítanesi á Tvøroyri skal brúkast til.
Poul Hansen hevur í mong ár leigað bygningin til heilsølu, men tað er kommunan, sum eigur hann. Húsið hevur staðið tómt síðani síðani Poul Hansen gavst við heilsølu í Suðuroy á nýggjárinum og býráðslimir vilja ikki, at hann skal falla í órøkt, eins og bygningarnir hjá bedingini, sum lesast kann um aðrastaðni í blaðnum.
Umsiting
Onkrir býráðslimir vístu á, at húsið var væl hóskandi til umsiting hjá kommununi. Kommunan eigur ikki bygningin, sum umsitingin nú er í, men hon leigar hann við forkeypsrætti.
Bygningurin á Hvítanesi er rættiliga stórur, hann hevur eina gólvvídd upp á yvir 880 fermetrar við kjallaranum.
Býráðslimir vístu á, at har var ríkiligt at plássið til umsitingina hjá kommununi, umframt til annað virksemi.
Aðrir býráðslimir vístu á, at tað fór at kosta minst átta milliónir at innrætta bygningin, so tað fór at vera ein stórur biti.
Onkur annar helt, at tað var umráðandi, at bygningurin varð varðveittur í sínum upprunaliga standi, tvs, at útbygningarnir vórðu tiknir burtur aftur, tí hetta er einasta hús, sum er eftir av Tvøroyri av teimum gomlu vinnuhúsunum, sum høvdu so stóran týdning fyri Tvøroyri.
Onkur triði skeyt upp at skriva út eina hugskotskapping um, hvat húsið kann brúkast til og, hvussu tað skal síggja út.
Men yvirhøvur tóktist semja vera um, at húsið skuldi í hvussu so er brúkast til okkurt, sum kanska fór at koma kommunan sum heild til góðar, ella til okkurt almannagagnligt endamál, sum mong fingið gleði av onkusvegna.
Í øllum førum skiltist, at hugskot vóru meiri enn vælkomin, so liggur onkur inni við einum tanka, er bara at siga frá....