Royna at finna eina góða loysn

Jógvan Fríðriksson, biskupur, ásannar, at málið um starvsviðurskiftini hjá Magnus Brahé Jørgensen, hevur tikið ov langa tíð.

- Eg havi verið á fundi við biskupin um málið, men havi so einki hoyrt síðani, sigur Magnus Brahé Jørgensen, og vísir annars til Jógvan Fríðriksson, biskup.

 

Tað var fyrr í summar, at tíðindi bórust, at Magnus Brahé Jørgensen, biskupur, varð innkallaður til fund hjá Jógvan Fríðriksson, biskupi, til samtalu um ymisk starvsviðurskifti, millum annað ákærur um drykkjuskap.

 

Les eisini Rok um prest í Klaksvík

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, ásannar, at málið hevur tikið langa tíð.

- Tíverri rakti hetta málið mitt í summarferiuni fyrst hjá Magnus Brahé Jørgensen, presti, og síðani hjá málsviðgerðum okkara. Tískil er long tíð liðin, sigur biskupur.

 

- Vit høvdu ein góðan fund um málið, har vit tosaðu um rættindi og skyldu prests, umframt skylduna hjá okkum sum arbeiðsgevara, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

 

- Vit gjørdust samdir um, at prestur verður heima við løn, inntil ein loysn er funnin, men tað kann taka tíð. Prestar eru tænastumenn, og standa sterkir við lógini í rygginum, so hetta er eitt fløkt mál, og kann tí taka sera langa tíð, at fáa endaliga avgreitt.

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, vil ikki siga nakað um, hvørt endin verður, at prestur verður loystur úr starvi ella ikki.

 

- Allir møguleikar eru opnir. Vit hava skyldu, at taka atlit at teimum persónligu umstøðunum og allir partar hava rætt at verða hoyrdir og fáa teirra ynski viðgjørd. Men um eingin onnur loysn verður funnin, so kann kirkjan loysa prestar úr starvi og tað hevur hon gjørt fyrr, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

 

Les eisini Eg veit ikki hvat alt rokið snýr seg um

Les eisini Biskupur: - Eg haldi meg bara til reglarnar