Royna at fáa glið á

Elsa Birgitta Petersen, Føroya Lærarafelag, segði undan fundinum við semingsmenninar í gjár, at talan er um eina roynd at fáa glið á aftur samráðingarnar

Hóast tað var eitt sindur avmarkað, hvussu nógv semingsmenn og forkvinnan í Føroya Lærarafelag vildu siga undan fundinum teirra millum í gjár, so er greitt, at fundurin er komin í lag, eftir at samband var millum semingsmenninar og Lærarafelagið alla síðstu viku.

- Talan er um eina roynd at fáa glið á aftur samráðingarnar, segði Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, í gjár.


Einki um flyting

Semingsmaðurin Allan Skaalum staðfesti, at semingsmenninir ætlaðu at vita, um partarnir hava flutt seg, síðani teir síðst royndu semju.

Elsa Birgitta Petersen vildi ikki gera viðmerkingar til, hvørt Føroya Lærarafelag hevur flutt seg, ella ikki.

Hon segði undan fyndinum, at tað fekst at vita, eftir at fundurin hevði verið.