Uppreistrarmenninir á Haiti hava gjørt greitt, at teir fara ikki at leggja vápnini, fyrr enn tann umstríddi forsetin, Jran Bertrand Aristide, hevur lagt frá sær ella er farin av landinum.
Nú royna altjóða semingsmenn at at finna eina semju. Eftir henni skal forsetin leggja frá sær ella lata ein part av valdinum frá sær. Tað ljóðar, at forsetin hevur góðkent ta seinnu loysnina, men at uppreistrarmenninir hava vrakað hana. USA, ES og fleiri onnur lond eru við í semingsroyndini.
Gjáranáttina tóku uppreistrarmenninir seg inn í næststørsta býin í landinum, Cap Haitien, men nakrar tímar seinni máttu teir taka seg aftur. Teir høvdu kortini tikið floghavnina uttan fyri býin.