Blokada
Landsstýrið fer einaferð enn at royna at fáa fútarættin at ógilda blokaduna, sum Føroya Skipara- og Navigatørferlag hevur sett í verk ímóti vaktarskipiunum Tjaldrinum.
Ósemjan um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, hevur eisini rakt Tjaldrið og av tí sama hevur tað ligið við bryggju í eina heila viku.
Ein stýrimaður á Tjaldrinum er sjúkrameldaður og nú hevur hin stýrimaðurin fingið farloyvi vegna sjúku í húskinum.
Ætlanin var at fáa ein avloysara umborð, men tað blokeraði Skipara- og Navigatørfelagið fyri.
Felagið noktaði fyri, at nakar annar stýrimaður fer umborð á Tjaldrið enn onkur av teimum, sum efir ætlan skuldi við Brimli.
Sostatt slapp Tjaldrið ikki útaftur
Landsstýrið heldur, at tiltakið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum ímóti Tjaldrinum er ólógligt.
Tí legði Fíggjarmálastýrið málið fyri Fútarættin við kravið um, at blokadan varð dømd at vera ólógligt.
Fyrst varð málið útsett í eina viku, tí partarnir skuldu fáa høvið til at samskifta um málið.
Men mánadagin á miðdegi fall so avgerðin í Fútarættinum. Og tað endaði við, at rætturin vísti málið frá sær, tí Fíggjarmálastýrið hevur ikki rætt til at leggja málið fyri rættin. Tað kann einanst Fiskimálastýrið gera.
Royna aftur
Men nú sleppur rætturin at taka støðu til málið einaferð afturat. Tí Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at teir hava gjørt av at royna málið í rættinum einaferð afturat.
Hann sigur, at nú verður tað formliga mistakið rættað.
? Vit fara at skifta navnið á Fíggjarmálastýrinum út. Á kæruni, sum nú er lag fyri Fútarættin, er sendarin "Fiskimálastýrið, Fiskiveiðieftirlitið", fyri at ongin ivi skal vera.
Hann sigur, at umframt at krevja , at blokadan verður ógildað, verður hesuferð eisini kravt, at menninir skulu hava loyvi til at býta um vaktir.
?Í hesum førum er talan um, at ein stýrimaður fer í farloyvi vegna sjúku í húskinum. Men ta tíðina, hann er í farloyvi, hevur hann ikki rætt til løn. Hevði hann kunnað biðið ein stýrimann á hinari vaktini tikið eitt tørn afturat, hevði ongin mist løn, tí so kundi stýrimaðurin í farloyvi tikið eina vakt fyri hin aftur seinni.
? Men tað noktaði Skipara og Navigatørfelagið, sigur Jørgen Niclasen.