Royna aftur í dag at fáa Másan á flot

Royndin í gjár at fáa gamla Strandfaraskipið, Másan á flot, eydnaðist ikki.

Tískil verður roynt aftur í dag.

Av sløkkiliðnum í Klaksvík verður sagt, at Másin er rættiliga tungur og tí skal nógv til at fáa hann at flóta aftur.

Men síðani í gjár hava tey roynt at tetta lekar betri og at sett plátur fyri hurðar og onnur hol.

Nú hevur sløkkiðiðið so sett fýra pumpur umborð sum klára 1500 litrar um minuttin.

Tað er kommunan, sum hevur tikið stig til at fáa hann upp. Norðlýsið skrivaði í gjár, at eigarin hevði fingið freist at fáa Másan á flot, men tað helt ikki.

Tískil hevur kommunan tikið stig til at flota bátin aftur fyri eigarans rokning.