Fótbóltur
Umframt setanina av Tomislav Sivic, so vórðu spælararnir hjá VB/Sumba í gjár kunnaðir um, at tað í løtunin verður arbeitt við ætlanum um at fáa Royn upp í samstarvið kring VB/Sumba. Eitt samstarv, sum soleiðis kann fevna um trý av teimum fýra suðuroyarfeløgunum.
Og stendur tað til nevndina í Royn, so er eingin ivi.
- Hetta er væl ein stafðesting av, at grundarlagið er ov tunt til at reka eitt felag sum Royn. Stóri trupulleikin í Suðuroynni er, at flestu spælararnir fara norðanfjørðs, tá teir eru eini 20 ár, og tí er ikki grundarlag fyri fýra feløgum. Sammeta vit við eitt nú Norðoyggjar, so hava tey eitt felag til alt økið, og tí er tað púra burturvið, um vit skulu reka fýra feløg her suðuri, sigur Jonhard Thomsen, formaður í Royn.
Tí valdi Royn at taka pláss við samráðingarborðið, tá VB/Sumba beyð teimum at egrast partur av samstarvinum.
- Vit hava verið á kunnandi fundi, og mikukvøldið høvdu vit umboð á spælarafundinum í Vági. Væntandi verður nýggjur fundur millum nevndirnar um stutta tíð, og so verður tað upp til limirnar at taka endaligu støðu í málinumm, sigur Jonhard.
Men hví hevur Royn valt at fara í samstarv við VB/Sumba. Landafrøðiliga vildi tað væl verið lættari, sum samstarvað varð við TB?
- Tað eru vágbingar, sum hava boðið okkum at tosa um samstarv, og so tosa vit við teir. Vit samskiftu við TB í fjør, men tá okkara limir skuldu taka støðu til málið, komu boð av Tvøroyari um, at hetta kortini ikki kundi gerast. Síðani hava vit einki hoyrt frá TB, og tí er hetta ikki nakað, sum vit hava nýtt stórvegis av orku uppá, sigur Royn-formaðurin.










