Familjulegan, sum KFUM skótarnir í Føroyum skipað fyri á hvørjum sumri, verður frá 2. juli til 5. Juli 2015. Hetta er 6. ferð, at skipað verður fyri familjulegu á Selatrað.
Á Familjuleguni fáa foreldur og børn møguleikan at vera saman sum familja í nakrar spennandi dagar í náttúruni á Selatrað. Samstundis fáa tey høvi til at royna alskyns virksemi, so sum øksakast, bogaskjóting, snorkling, gullgravan, paintball, súkklubátar, tunnuflakar, skjóttgangandi bátar, jarnsmíð, kano og síging.
Familjulegan er skipað sum eitt opið hús, tað vil siga, at familjan kann sjálv velja, nær komið verður til Selatraðar, og nær farið verður av Selatrað. Fleiri velja at vera alla leguna, meðan onnur gera sær ein dagstúr inn á Selatrað.
Á Selatraðsdepilinum er matarsøla, har ein kann keypa sær døgurða og okkurt lekkurt omaná. Matarsølan er opin allan dagin. Í fjør tók skótalegan á fyrsta sinni smoltstøðina á Selatrað, sum Bakkafrost hevur latið deplinum, í nýtslu. Magni Laksáfoss, ið var ein teirra, sum skipaði fyri familjuleguni fjør, segði, at smoltstøðin royndist sera væl.
Gistingarmøguleikarnir eru fleiri. Til ber at sova í tjaldi, sum eisini er ókeypis, men eisini ber til at bíleggja sær kamar á depilinum.
Hvørt kvøld er stórt legubál, har skipað verður fyri undirhaldi og felagssangi.
Tiltakið byrjar hósdagin 2. Juli kl. 16.00 og er heilt fram til sunnudagin 5. Juli kl.14.00. Møguleiki er tó at seta tjald upp frá mikudegnum.