Royn og spæl golf


 

Ein tann skjótast vaksandi ítróttargreinin í Evropa í løtuni er golfítróttin.

Eisini í Føroyum verður henda ítrótt íðkað. Tað er Tórshavnar Golfklubbi, ið hevur eina golfbreyt við 9 holum á bønum við Hoyvíksgarð á Vatnaskørðum norðan fyri Havnina.

Við tað, at klubbin lænir øki frá bóndanum, ber ikki til at spæla golf um summarið. Men nú er bóndin liðugur at hoyggja, og komandi vikuskiftið verður aftur farð út á breytina at spæla golf.

Í hesum sambandi skipar Tórshavnar Golfklubbi fyri »opnari breyt« leygardagin 1. september frá kl. 10.

Henda dagin kunnu øll, ið hava áhuga at royna at sláa ein av teimum smáu bóltunum, koma niðan á Vatnaskarðar og royna seg.

Til staðar verða royndir limir, sum læna útgerð til áhugað og leggja teimum lag á.

Tað kann vera eitt sindur trupult at raka bóltin í byrjanini, men nógv eru fallin fyri ítróttini tá tey fyrst hava roynt at raka bóltin rætt eina ferð.

Í sambandi við tiltakið verður kaffi at fáa, og greitt verður eisini frá ætlanini hjá klubbanum at gera sína egnu golfbreyt á økinum millum Hoyvíksgarð og útstykkingina Inni á Gøtu.

Soleiðis kemur tú til Vatnaskarðar: Koyr niðan eftir Sundsvegnum. Aftan á brúnna um Hoydalsá fer vegurin í tvey. Tak vegin til høgru. Komin framvið bóndagarðinum ert tú á økinum hjá Tórshavnar Golfklubba.