Royn kom ov seint í gongd

2. deild: Hóast seks stig frá tveimum teimum seinastu dystunum má Royn ta tungu leið niður í 3. deild. Hetta vikuskiftið lá TB eftirá á Sevmýri, tá grannarnir vunnu 4-1

Síðan tað gjørdist greitt, at Royn skal spæla í 3. deild komandi kappingarár, hava hvalbingar fingið fulla úrtøku burturúr teimum tveimum restandi dystunum. Um hetta kemst av, at teir nú hava slept nervunum ella øðrum, ber bara til at gita um. Royn hevur við hesum víst, at tað hóast alt ber til at fáa sigrar í hús, men teir eru komnir ov seint í gongd. Teir vóru tvey stig ov stuttir at fáa LÍF aftur á næstniðasta plássinum, og nú iðra hvalbingar seg óivað um onkran dyst, har ein sigur skuldi verið fingin til høldar.

Dysturin á Sevmýri millum TB og Royn varð spældur fríggjakvøldið. Hvørki av liðunum hevði nakað at spæla um, tí TB hevði longu tryggjað sær bronsumerkini og hevði ongan møguleika at vinna uppá annaðplássið. Royn hinvegin varð longu rótfest á niðasta plássi.

TB legði harðari út frá byrjan av, og trýstið gav úrslit, tá eitt korter var farið. Milan Cimburovic fekk eina sending í dýbdina frá miðvøllinum, og eftir eina misskiljing í verjuni hjá Royn gjørdist hann leysur. Hann lyfti bóltin uppum málverjan, sum var komin út ímóti.

Hvalbingar vildu tó ikki hava hetta sitandi á sær leingi. Áðrenn hálvleik høvdu teir vent gongdini og vóru tá á odda. Útjavnandi málið var eitt sindur heppið. Rúni Thomsen roynir seg við beinleiðis frísparki, sum málverjin ikki megnar at halda, og Regin Thomsen er fyrstur og beinir bóltin inn. Næsta málið varð skotið av unga Gisla Sveinbjørnsson. Pól Poulsen sendi ein langan bólt fram til Gisla, sum dregur framvið málverjanum og hevði ongar trupulleikar frammanfyri opna málinum.

Hvalbingar vóru eins ídnir eftir einum sigri í seinna sum í fyrra umfari. Hetta var kanska eisini tann besti dysturin, sum Royn hevur spælt í øllum kappingarárinum. Bara keðiligt, at teir ikki hava funnið nakað av hesum spælinum fram fyrr. Málið til 3-1 avgjørdi í roynd og veru dystin. Rúni Thomsen, sum var við í nógvum, sendi ein langan bólt fram til Olivur Abrahamsen. Hann dróg framvið einum verjuspælara og skeyt útifrá upp í hornið.

Tvørámenn sýndu lítlan vilja at vísa ordiligt spæl, tí teir vóru greiðir yvir, at stríðið um uppflyting varð tapt. Seinasta naglan í kistuna setti Gisli Sveinbjørnsson. Hetta var eisini tað vakrasta málið. Gisli royndi seg við høgra beini úr eini 20 metrum, og skotið fór uppí málhornið til endaligu støðuna 4-1.

Royn kann koma beina leið uppaftur, men tað krevst, at arbeitt verður meira álvarsamt við fótbóltinum í Hvalba komandi ár. Tvørámenn hava hinvegin als ikki víst í ár, at teir hava fólkið til at venda aftur til 1. deild, har aldursforsetin óivað heldur seg hoyra heima.


TB-Royn 1-4 (1-2)

1-0: Milan Cimburovic

1-1: Regin Thomsen

1-2: Gisli Sveinbjørnsson

1-3: Olvivur Abrahamsen

1-4: Gisli Sveinbjørnsson