Um vikuskiftið varð nýggjur sáttmáli gjørdur við Ken Fagerber. Hetta skrivar fótbóltsfelagið Royn í Hvalba á sínum facebook vanga.
Ken Fagerberg hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri ungdómsdeildina. Saman við Brynjari J. Poulsen og ungdómsnevndini hevur hann verið við til at lyfta støðið í ungdómsdeildini, har nógv arbeiði er lagt í talentvenjingar, morgunvenjingar, venjingar við skúlanæmingum, barnagarðsbørnum o.a.
Ken hevur víst eitt satt dirvi og nærlagni í sínum arbeiði, og tí gleðir tað okkum í Bóltfelagnum Royn, at hann vil halda fram í felagnum, skrivar felagið, i ynskir Fagerberg alt tað besta í arbeiðinum framyvir.