Royn gjørdi bart

2. deild: Royn flutti niður við høvdinum høgt, tá NSÍ varð sent norðuraftur við einum 4-0 tapi. Sigurin var tó ein lítil troyst, tí eftir dystin varð greitt, at Royn spælir í 3. deild komandi kappingarár

Stefan í Skorini


Royn-NSÍ 4-0


Royn avgjørdi dystin í fyrra hálvleiki, tá heimaliðið skeyt trý av teimum fýra málunum. Hetta var samstundis størsti sigurin hjá hvalbingum í ár.

Royn vísti frá byrjan, at teir meira enn fegnir vildu hava sigurin í hús leygardagin. Stórt trýst varð lagt á NSÍ málið. Útiliðið fekk ikki fótin fyri seg fyrr enn ov seint var. 3-0 við steðgin var meira enn NSÍararnir kundu klára.

Fyrsta málið hjá Royn var vakurt og vísir, at teir eisini kunnu spæla bólt. Allan Michelsen breyt ígjøgnum í høgru síðu og legði tvørturum til Olivur Abrahamsen, sum skeyt frá brotsteigarmarkinum. Bólturin fór upp í hornið uttan møguleika hjá málverjanum at bjarga.

Allan Michelsen, sum legði upp til fyrsta málið, stóð fyri tí næsta, og spælandi venjarin hjá Royn, jugoslavin Zoran Mancic, økti til 3-0 við brotssparki. Allan Michelsen var eisini við í hesum málinum. Olivur Abrahamsen spældi Allan, sum var leysur við málverjanum, ið kom út ímóti og tók beinini undan Allani. Zoran var tryggur frá brotssparksblettinum.

3-0 var støðan við steðgin, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Hvalbingar vóru uppsettir uppá at vísa, at teir eisini kunnu spæla bólt, hóast teir enn eru aftast í deildini og næsta kappingarár skulu spæla í triðbestu deildini. Tað vístu teir eisini við hesum úrslitinum, sum er teirra besta í ár.

Tað er greitt, at venjarin Zoran Mancic ikki verður venjari hjá Royn næsta ár. Hann verður kanska í einum øðrum føroyskum felag, ella leggur hann leiðina heimaftur til Jugoslavia.

Í seinna hálvleiki fekk Royn enn eitt mál. Búi Dahl spældi Allan Michelsen leysan, sum ikki sveik álitið, men økti til 4-0, og sló triðja sigurin hjá Royn í ár fastan.

Seinasti dysturin verður á Sevmýri móti TB, men tann dysturin er týdningarleysur, tí hvørki hvalbingar ella tvørámenn hava nakað at spæla fyri. Eftir dystin gjørdist greitt, at Royn spælir í 3. deild komandi kappingarár, tí LÍF vann móti GÍ, og sostatt er eingin møguleiki at fáa leirvíkingar aftur.

Royn hevur havt tað sera torført í ár, tí einki fólk hevur verið at tikið av. Um onkur spælari hevur verið leikbannaður ella skaddur, so hevur venjarin beinanvegin havt trupulleikar við at manna liðið. Teir hava tó verið í 3. deild fyrr og eru eisini komnir upp aftur í 2. deild beinanvegin, men livst so spyrst.


Royn-NSÍ 4-0 (3-0)

1-0: Olivur Abrahamsen

2-0:Allan Michelsen

3-0: Zoran Mancic

4-0: Allan Michelsen