Royn fekk ikki viðhald

Umframt drúgva málið um spæliloyvini hjá KÍ og B36, var eisini eitt annað mál á skránni.
Royn hevði kært nýtsluna hja B71 av Kristoffur Vidtfeldt, tá liðini bæði hittust í kappingini um FSF-steypið.
Tann dystin vann B71 4-0, men við støðuni 3-0 varð Kristoffur Vidtfeldt skiftur inn, hóast navn hansara ikki stóð á dómaraseðlinum.
Eftir hendingina á sinni, tá HB misti meistaraheitið, tí feilur var í dómaraseðlinum, eru reglurnar hesum viðvíkjandi broyttar, og ta siðvenjuna valdi Kappingarnevndin at halda fast um.
Úrskurðurin staðfesti, at tá talan er um eitt mistak í útfyllingini av dómaraseðlinum, og tá talan var um leikara, sum var lógliga skrásettur, verður B71 ikki revsað fyri hetta.