Tey 135 ferðafólkini, sum vóru komin umborð á eitt SAS-flogfar, sum skuldi úr Kastrup til Oslo í morgun, fingu boð um at fara úr flogfarinum, tí roykur var inni í flogfarinum.
Millum ferðafólkini vóru norsku krúnprinsahjúnini Haakon og Mette Marit, sum høvdu verið í 40 ára føðingardegi hjá Mary krúnprinsessu.
Ferðafólk hava greitt norska blaðnum VG frá, at fólk gjørdust bangin, tá tey fingu boð um at fara úr flogfarinum, og onkur sigur, at alt var ein ruðuleiki.
SAS sigur stutt, at roykurin stavaði frá motortrupulleikum, men at talan var ikki um nakran álvarssaman tilburð.