Flogskiparin á einum flogfari við 264 ferðafólkum bað í dag um loyvi at trygdarlenda á flogvøllinum við eysturríkska býin Linz, tí nógvur roykur var inni í flogfarinum.
Flogfarið, sum er av slagnum Boeing 757, var á veg úr Frankfurt í Týsklandi til Antalya í Turkalandi, tá nógvur roykur brádliga kom í ferðafólkarúmið. Av tí at veðrið ikki var tað besta yvir Suðurtýsklandi, valdi flogskiparin at fara til Linz heldur enn at royna at seta flogfarið á vøllin við München.
Løtu seinni setti flogfarið seg á Blue Danube-flogvøllin við Linz, og alt gekk sum ætlað. Ferðafólkini fóru í eitt annað flogfar, sum fór til Turkalands við teimum.










