Fleiri undraðust í kvøld í Havn, tí neyðsynjarakfør hoyrdust, men meira frættist ikki.
Orsøkin var, at sløkkiliðið í Havn varð boðsent niðan á Hjalla á brennistøðina. Har reyk millum skins og hold, har brent verður.
- Tað hendir onkutíð, at okkurt fer millum onkra rist, ella okkurt tílíkt. Men vit gjørdu ikki annað, enn at vit bíðaðu, og har hendi ikki meira, so vit gjørdu ikki meira, frættist av sløkkiliðsstøðini í Havn.
Annars er friðarligt á sløkkiliðsstøðini, frættist haðani, og tað hevur sum heild verið friðarligt seinastu tíðina.
Savnsmynd