Roykur men einki bál

Hóast summi lova bæði bál og brand, so tykist alt málið um dystin millum Stjørnuna og Kyndil at fáa ein friðarligan enda, har liðini fáa avgreitt dystin á vøllinum

Hondbóltur

Sunnudagin varð staðfest, at Stjørnan enn einaferð mátti lata sær lynda, at tær ikki fingu avgreitt heimadyst. Tað merkir, at liðið ikki hevur verið í dysti, síðani tær tann 2. november leiktu útidyst móti StÍF. Sjálvandi ikki ein støða, sum er nøktandi í longdini. Og sunnukvøldið hoyrdist eisini tos um, at hetta mátti fáa avleiðingar fyri Kyndil, ið hesaferð var liðið, sum ikki møtti upp.
Ikki minst varð hetta sagt, tí Stjørnan hevðiu riggað ymiskt til í sambandi við dystin. Joan M. Joensen varð keypt heim úr Danmark. Og eisini var køkutombola riggað til í høllini. Tær køkurnar mundu so fyri tað mesta fella aftur til leikararnar og mammurnar, sum høvdu bakað tær.

Tekur tað róligt
Venjarin hjá Kyndli, Geir Wardum, tók tó alt hetta ógvuliga róligt, tá vit høvdu orðið á hann sunnukvøldið.
- Fyrst og fremst, so hevur Stjørnan alla tíðina verið kunnað um, at vit komu ikki norður at spæla sunnukvøldið. Upprunaliga varð dysturin ásettur seinasta vikuskiftið, men tá hevði KÍ eitt rimmar ball, og tí var høllin ikki tøk.
- Tá játtaðu vit, at dysturin bleiv fluttur, men hann varð settur á skránna nú sunnudagn, uttan at vit yvir høvur vórðu eftirspurd. Hetta var einasta frívikuskiftið, sum leikarar okkara høvdu, og fleiri høvdu eisini lagt sær ymiskt til rættist hareftir.
- Soleiðis hevði tað verið við einum sera skerdum liði, at vit fóru til Klaksvikar, um vit høvdu farið. Eitt nú fekk málverjin ikki verið við júst sunnudagin. Og tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er nøkur optimal støða. Hesum havi eg eisini boðað bæði Stjørnuni og HSF frá í teldubrævi, so hví tey skulu fáa leikarar av bygd til Klaksvíkar, og eisini fáa Joan M. Joensen heim úr Danmark, veit eg ikki, staðfestir Geir Wardum.
Og hann leggur eisini dent á, at Kyndil fegin vil hava dystin avgreiddan.
- Tað einasta, sum vit hava sagt, er at vit ikki fingu spælt sunnudagin. Vit spurdu okkum enntá fyri hjá Stjørnuni, um at spæla dystin antin fríggja- ella leygardagin, men tað varð blankt avvíst.
- Nú vóna vit so bara, at tað fer at bera til at spæla dystin. Tað skal so ikki vera nakar ivi um, at tað er tað, sum vit vilja. Ikki minst hevði eg sjálvur glett meg til dystin. Eg havi búð í Klaksík í 10 ár, og havi eisini vant Stjørnuna, so eg havi glett meg til at uppliva stemningin í høllini, sigur Geir Wardum at enda.

Ymsar áskoðanir
Starvsfelagi hansara í Stjørnuni, Rógvi Nielsen, tykist tó ikki geva nógv fyri prátið hjá Kyndils-venjaranum.
- Geir skal bara vita, at tað eru hvørki hann ella vit, sum flyta dystirnar. Tað er kappingarnevndin, sum ger av, nær dystirnir eru spældir, og er hann ásettur til sunnudag, so skal hann spælast sunnudag. Reglurnar eru sera greiðar á økinum, og kappingarnevndin má so handla hareftir, sigur Rógvi Nielsen.
- Tað nyttar ikki, at feløgini nú koma afturum, soleiðis at dystirnir hjá okkum móti ávíkavist Tjaldri og Kyndli verða avgjørdir, við at vit vinna 0-0. Tað er sjálvandi keðiligt fyri málmunin hjá okkum, men soleiðis má tað verða.
Formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, er tó ikki heilt so avgjørdur.
- Læt meg bara tað soleiðis, at mær dámar øgiliga illa, tá dystir verða vunnir á pappírinum. Og tað rakar okkum eisini hart, at vit ikki hava spælt dyst í tríggjar vikur. Tí vóni eg, at vit onkursvegna fáa avgreitt hetta, soleiðis at dysturin hóast alt verður spældur, heldur hann.
- Hinvegin, so vóru tað ikki vit, sum flutt dystin. KÍ boðaði HSF frá, at høllin ikki var tøk, og tí varð dysturin fluttur. Sjálvandi skilji eg partvíst støðuna hjá Kyndli, men tað líkist altso ongum, at dystir alla tíðina verða fluttir aftur og fram. Tað er ein trupulleiki, sum má loysast, stafðestir formaðurin í Stjørnuni at enda.