Ógvusligur eldur í einum ídnaðarøki hevur lagt eystara part av London undir í royki BBC sigur, at eldur er í einum stórum goymslubygningi í einum øki, sum verður fyrireikað til teir olympisku summarleikirnar í 2012.
Einki er frætt um, at nakar hevur fingið skaða, men fleiri sjúkrabilar eru farnir á staðið.
Bretskir fjølmiðlar siga, at eldurin kyknaði aftan á eina spreinging, men tað avsannar løgreglan, sum ikki hevur sagt nakað um, hví eldur kom í.