Í Týsklandi hava politikararnir samtykt, at í summar kemur roykibann í gildi á øllum matstovum og í vertshúsum, og nú bendir okkurt á, at teir týsku roykjararnir hava sett sær fyri at roykja sum mest, áðrenn bannið kemur í gildi. Í Týsklandi eru 17 mió. roykjarar, og í fyrsta ársfjórðingi í ár royktu ella keyptu teir 24 mia. sigarettir, og tað var næstan sjey prosent meiri enn í sama ársfjórðingi í fjør. Samstundis keyptu týskarar 46 prosent fleiri sigarir og 23 prosent meiri av píputubbakki enn í fjør. Týskland er størsti tubbaksmarknaðurin í Evropa, men ein meiriluti av fólkinum tekur undir við banninum hjá politikarunum.









