Tað er ógjørligt at geva eitt einfalt svar uppá, hví fólk roykja. Hinvegin er tað rættiliga týðiligt, at tað er eitt ávíst samband millum persónligheit, arbeiðsumhvørvið, lívsgóðsku og royking, heldur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.
Royking og persónligheit
Eyðun Joensen er sannførdur um, at tað ikki er uttan orsøk, at eitt nú journalistar í filmum næstan altíð eru keturoykjarar. Men hóast tað avgjørt er eitt samband millum eitt stressað arbeiðsumhvørvi, har fólk allatíðina arbeiða undir ein deadline, merkir tað ikki endiliga, at ein redaktión fær fólk at roykja verri.
- Eg trúgvi, at royking eisini í stóran mun hongur saman persónligheitini. Tað vil siga, at tá vit í hesum føri tosa um sambandið millum royking og arbeiðsumhvørvi, so er tað kanska heldur soleiðis at eitt avíst slag av persónum uppsøkja eitt ávíst arbeiðsumhvørvi. Fólk, sum altíð jagstra eitthvørt og í heila tiki liva meir hektiskt enn onnur, roykja ofta illa og verða uttan iva oftari journalistar enn onnur, sigur Eyðun.
Í øðrum førum er sambandi millum arbeiði og royking kanska ikki so eyðsýnt. Til dømis er tað tiltikið, at tað verður roykt óvanliga nógv umborð á fiskiskipum. Fiskarí kann uttan iva eisini kennast stressandi, men har er tað kanska líka nóg ávirkanin frá hinum, sum tú livir so tætt saman við, sum ger seg galdandi. Og so hetta, at tað umborð á einum skipi ikki altíð er so nógv at krydda sær lívið við, hugleiðir Eyðun.
Fátækmannatroyst
Í sínum starvi sum sálarfrøðingur hevur Eyðun Joensen varnast, at tey støðugt sálarsjúku munnu vera milum tey, sum roykja ringast yvirhøvur. Uttan iva kemst hetta av, at royking jú sigst at vera avslappandi og kanska kennist ein troyst, tá lívsdygdin annars ikki er av teimum bestu. Hugtakið fátækmannatroyst verður jú eisini brúkt um royking, og tað forklárar møguliga, hví fólk í hægru sosialu løgunum sum heild roykja minni. Men heldur ikki her kanst tú skera øll yvir ein kamb, tí tú kanst saktans hava eitt gott lív, fyri tað um tú ikki er ríkur.
- Hetta snýr seg kanska meir um tilvitan og rák. Millum tey, sum eru væl fyri sosialt, hava vit leingi sæð eitt rák, har tað er modernað at vera sunnur og annars liva heilsugott. Tí er tað nokk eisini hendan vegin, vit skulu hyggja, fyri at fáa fólk, serliga tey ungu, at halda uppat at roykja ella forða fyri at tey nakrantíð byrja, heldur Eyðun.
- Ein tann sterkasta lýsingin móti royking, eg havi sæð, er eitt kjokkfult øskubikar við tekstinum Kundi tú hugsað tær at mussa hetta?. Vit vilja jú øll vera tekkilig, men fáa vit sannført tey ungu um, at tað er ólekkurt, luktar illa, gevur gular tenn og ringa húð at roykja, kundi tað skjótt hent, at tað ikki var so smart longur. Tíbetur bendir nógv á, at tað er júst hatta rákið, sum ger seg galdandi millum tey ungu beint nú.
Hvussu tað fer at eydnast at sannføra teir gomlu roykjarnar um tað sama, er heldur ivasamt, heldur Eyðun. Hann leggur afturat, at í øllum hesum skulu vit ikki gloyma, hvusssu ótrúliga bindandi royking í grundini er.
- Eg havi arbeitt nógv við fyrrverandi rúdsrekkamisnýtarum, og hoyri teir ferð eftir ferð siga, at tað er nógv torførari at halda uppat at roykja enn at drekka. Og tað sigur ikki so lítið, heldur sálarfrøðingurin.