Royking er ikki bara ein sigarett oman á døgurða

? Royking er ein so álvarslig lívs- og heilsuhóttan, at vit mugu og skulu gera nakað munagott fyribyrgjandi arbeiði - beinanvegin, sigur Finnur Helmsdal m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning um tubbaksnýtslu

ÓLAVUR Í BEITI


Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, hevur sett Helenu Dam á Neystabø fleiri spurningar um tubbaksnýtslu og vil m.a. hava at vita frá almanna- og heilsumálaráðharranum, hví nevndin í Tubbaksráðnum hevur verið so lítið aktiv seinastu nógvu árini? Eisini vil hanna hava at vita, hví so lítið fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt í mun til tubbaksnýtslu her á landi? Er tað landsstýrið, sum vektar hendan partin av fyribyrgjandi arbeiðinum so lágt í mun til onnur øki?

Og Finnur Helmsdal vil hava at vita frá Helenu Dam á Neystabø, hvørja trygd landsstýrismaðurin kann veita fyri, at meira fyribyrgjandi arbeiði í mun til tubbaksnýtslu fer at verða útint her á landi. Og ber tað landsstýrismanninum til at vera ítøkiligur í hesum sambandi? Eru tað somu persónarnir, sum higartil hava myndað mesta av fyribyrgjandi arbeiðinum, ið skulu mynda fyribyrgjandi ráðið?

Í viðmerkingunum til fyrispurningin nevnir Finnur Helmsdal aðalstjóran í WHO, Gro Harlem Brundtland, sum hevur sett tubbakið ovast á dagsskránna. Orrustuna móti tubbaksnýtsluni og tubbaksídnaðinum.

? Brundtland hevur kunngjørt, at hon fer at knæseta eitt altjóða tiltak tvørtur um landamørk, ein millumtjóða heilsusáttmála, ið hevur sum endamál at fáa tubbakið burtur. Millumtjóða heilsusáttmálin skal ganga undir heitinum: UTTAN ROYK. Bulurin í hesum tiltaki er upplýsing um vandar, fyribyrgjandi tiltøk og ikki minst eggjandi boðskapir, ið fáa viðkomandi persónar at viðvirka.


Skakandi tøl

Finnur Helmsdal vísur á, at hvørt ár gerast milliónir av fólki meira og minni álvarsliga sjúk av tubbaksnýtslu. Eisini fólk, sum ikki sjálvi eru nýtarar. Árliga doyggja umleið 3 milliónir av hesum ávum kring allan heim, herav 1,2 milliónir í Evropu. Um tubbaksnýtslan sleppur at halda fram ótarnað, fer hetta tal at tvífaldast næstu 20 árini.

? 46 statir í USA hava lagt sak móti tubbaksídnaðinum, sum er dømdur at gjalda 1400 milliardir krónur í endurgjaldi fyri heilsukostnað. Hesin peningur skal gjaldast komandi 25 árini. Hesi tøl siga okkum nakað um, hvussu stóran skaða tubbaksnýtslan elvir til, men eisini nokk so nógv um, hvussu nógvur peninur er í hesum ídnaði.

? Tubbak er eisini ovalaga á breddanum innan ES, har teir júst hava gjørt av, at í seinasta lagi ár 2003 skal prentast á hvønn sigarettpakka: ROYKING DREPUR. Men meðan stórur partur av umheiminum er farin í mikla orrustu móti tubbakinum ella rustar seg til slíka, so tykjast føroysku myndugleikarnir enn ikki at hava sett sær nøkur ítøkilig mál hesun viðvíkjandi.


Herðaklapp

? Hesi orð skulu ikki á nakran hátt skilkjast sum álop á ella niðurgering av tí fyribyrgjandi arbeiði, sum verður gjørt her á landi. Ráðgevararnir hjá t.d. Rúsdrekka- og narkotikaráðnum og Ráðnum fyri ferðslutrygd skulu fáa øll tey herðaklapp, teir hava uppiborið, fyri eitt gott og samfelagsgagnligt arbeiði. Men vit kunnu ikki áhaldandi lata sum um, at royking bara er ein sigarett oman á døgurða ella aftur við einari øl. Royking er ein so álvarslig lívs- og heilsuhóttan, at vit mugu og skulu gera nakað munagott fyribyrgjandi arbeiði - beinanvegin.

? Tað er ikki bara mín vón, at landsstýrismaðurin fer at geva mær eitt positivt og nýtiligt svar. Eg vóni, at alt tingið fer at taka hesi orðini til sín og taka ítøkilig stig í tráð við innihaldið í millumtjóð heilsusáttmálanum hjá Gro Harlem Brundtland, sigur Finnur Helmsdal m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin.