Í týskum fjølmiðlum verður nógv kjakast um tað at royking er orsøk til fleiri ferðsluóhapp í týsku vegunum. Serfrøðingar á økinum vilja vera við, at tað er eins vandamikið at roykja sum at tosa í fartelefon undir koyring.
Tað eru tó ikki øll, ið eru samd um at royking er orsøk til so nógv ferðsluóhapp.
Týskir fjølmiðlar upplýsa, at í Belgia og Skotlandi var roykiforboð fyri bilførarar sett í gildi frá marts mánað í ár.