Royalar etikettir

Tað er ikki sørt, at nógv verður gjørt burturúr royalu døgurðunum, sum verða hildnir kring landið í hesum døgum.
Týsdagin var tað Tvøroyrar Býráð, sum var vertur, og millum tað, sum var at fáa, vóru eisini føroyskar øl á skránni.
Hjá Restorff's í Havn høvdu tey til høvi prýtt fløskurnar við serstøkum etikettum, har ávíkavist drotninga- og krúnprinsahjúnini eru avmyndað.
Tað er Repro-z í Havn, sum hevur sniðgivið serligu etikettunum, sum ikki kunnu sigast annað enn at vera snotuligar.