Royal Greenland í reyðum

Í fyrra hálvári í fjør hevði Royal Greenland eitt avlop á 87 miljónir danskar krónur. Men, tølini fyri fyrra hálvár í ár vísa eitt hall á 16 miljónir krónur.

 

Størsta felag í Grønlandi, sum fæst við fiskiveiði og fiskavirking, Royal Greenland, hevði eitt negativt rakstrarúrslit á 16 miljónir danskar krónur í fyrra hálvári í ár. Í sama tíðarskeiði í fjør hevði felagið eitt avlop á 87 miljónir danskar krónur. Hetta eru tølini, tá vinningur og tap av sølu av skipum er hildin uttanfyri.

Royal Greenand vísir á, at negativa úrslitið hevur sína orsøk í trupulleikunum við covid-19 á marknaðinum, eins og trýst hevur verið á marknaðarprísinum á kókaðum og pilkaðum rækjum. Helvtin av framleiðsluni hjá felagnum verður seld til matstovur og sum matveiting ella catering, og hin helvtin verður seld til víðari góðsking.

Í fyrra hálvári í 2019 góvu sølurnar av trolarunum, Sisimiut og Qaqqatsiaq, ein vinning á 142 miljónir danskar krónur, men fyrra hálvár í ár varð eitt tap bókført á 15 miljónir krónur í samband við sølu av uppsjóvarskipi. Tá søla av skipum verður tikin við í samanburðinum millum fyrra hálvár í fjør og fyrra hálvár í ár, er talan um eitt úrslit fyri skatt á 228 miljónir danskar krónur í fyrra hálvári í fjør móti einum tapi á 31 miljónir krónur í fyrra hálvári í ár.

Sambært kystmagasinet.no stendur tað hvørki í tíðindaskrivinum, ei heldur í hálvársroknskapinum hjá Royal Greenland fyri fyrra hálvár í ár, hvat tað er fyri eitt uppsjóvarskip, sum felagið hevur selt í fyrra hálvári í ár. Men, skipsmeklarafelagið, Atlantic Shipping A/S í Keypmannahavn, upplýsir á sínum netsíðum, at Royal Greenland í juni í ár seldi skipið, Tasiilaq, sum myndin oman fyri vísir.