Á aðalfundi seinasta hósdag fekk grønlendska fiskivinnufyritøkan Royal Greenland nýggja nevnd. Broytingin hevði millum annað við sær, at formaðurin tey seinastu trý árini, Peter Grønvold Samuelsen, fór frá, og í hansara stað kom danski vinnulívsmaðurin Niels Harald de Coninck-Smith.
Hann var stjóri í heilivágfyritøkuni Ferrosan í fleiri ár og kundi vísa á gott úrslit, tá hann fór frá í 2008. Nú skal hann so royna at rætta gongdina hjá Royal Greenland, sum hevði 196 milliónir krónur í halli í fjør.
Nevndarlimirnir í Royal Greenland verða valdir fyri tvey ár, men formansval er á hvørjum ári.