Royal Greenland fær hálva milliard úr landskassanum

Fyri aðru ferð hevur Royal Greenland tørv á fíggjarligari hjálp úr landskassanum, men hesaferð er tørvurin nógv størri enn fyrru ferð

Tann nýggja samgongan í Grønlandi fer at veita al­­mennu fyritøkuni Royal Greenland 500 milliónir krónur í almennari hjálp. Tað váttaði komandi lands­stýrisformaðurin Kuupik Kleist í gjár í samrøðu við danska kringvarpið.

Royal Greenland er í fíggjarligum trupulleikum, og fyritøkan hevur brúk fyri einari hálvari milliard krón­um, skal hon ikki fara í gjaldssteðg, sigur DR. Tað samsvarar ikki við tað, sum stjórin í Royal Greenland, Flemming Knudsen, hevur sagt. Hann viðgekk í gjár, at fyritøkan hevur fíggj­ar­ligar trupulleikar, men segði, at eingin vandi var fyri gjaldssteðgi. Sambært stjóranum hevur Royal Greenland drigist við alt ov stóra skuld líka síðani byrj­anina.

Grønlendska heimastýrið eigur allan partapeningin í Royal Greenland, og hetta er aðru ferð, at fyritøkan má fáa hjálp úr lands­kass­anum. Fyru ferð var hjálpin 200 milliónir krónur.

Øll vistu tað

Fráfarandi landsstýris­for­maðurin, Hans Enoksen, sigur, at tað eigur ikki at koma óvart á nakran í tí politiska umhvørvinum, at Royal Greenland var í álvarssomum fíggjarligum trupulleikum.

Hans Enoksen segði í gjár, at bæði landsstýrið og fíggjarnevndin hjá Lands­tinginum vórðu kunnað um støðuna longu í november í fjør.

Hans Enoksen skilir ikki, at Finn Karlsen úr Atassut skal seta fram spurningar um Royal Greenland nú, tí Finn Karlsen var sjálvur á fundinum hjá lands­stýrinum, tá tað viðgjørdi støðuna í november, sigur hann.