Roy Keane svarar Sir Alex aftur

Roy Keane sigur, at Sir Alex ikki veit hvat loyalitetur er

-       Eg minnist at hava havt samrøður við Sir Alex um loyalitet, men eftir mínari bestu sannføring, so veit hann ikki hvat orðið loyalitetur merkir, segði Roy Keane í enskum sjónvarpið í gjár.

 

Tað hevur vakt stóran ans, at fyrrverandi venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, hevur útgivið bók, har hann leggur øll kortini á borðið. Millum teirra sum fáa toyggið sambært enskum miðlum, er fyrrverandi liðskiparin í felagnum, Roy Keane.

 

Sir Alex greiðir í bókini frá, at Roy Keane var ringur at hava við at gera móti endanum av tíðini sum spælari. Tað merkist tá á Roy Keane, at hann ikki longur var so dominerandi á vøllinum sum hann hevði verið fyrr. Hann sigur millum annað, at tað fór ein lætti gjøgnum felagið, tá Roy Keane endiliga bleiv seldur. Hann setur somuleiðis spurnartekin við hansara evni sum venjara.

 

-       Skrivingin ávirkar meg ikki so nógv, men eg haldi tað er løgið, at hann heldur áfram at leggja eftir spælarum, sum hava vunnið honum nógv steyp. Eg skilji ikki hví hann skal gera tað, segði Roy Keane, sum er viðmerkjari á ITV, sum í gjár sendi frá Champions League fótbólti.

 

-       Vit tryggjaðu felagnum nógv steyp og góvu okkum alt tað vit kundu, men tað er vist nokk ein partur av nýmótans lívinum, at útgeva bøkur og leggja eftir fyrrverandi spælarum, segði Roy Keane víðari.

 

Roy Keane var eina ferð upp á tal sum avloysari fyri Sir Alex.