Roy Hodgson leggur frá sær av heilsuávum

Sjúka forðar 76 ára gamla, Roy Hodgson at halda fram í starvinum sum høvuðsvenjari hjá Crystal Palace

76 ára gamli, Roy Hodgson hevur sagt starvið sum høvuðsvenjari hjá Premier League-liðnum, Crystal Palace frá sær av heilsuávum.

 

Eysturíkarin, Oliver Glasner tekur yvir sum høvuðsvenjari hjá Crystal Palace.

 

Roy Hodgson var høvuðsvenjari hjá Crystal Palace millum 2017 og 2021, og nú aftur í 2023 og 2024.

 

Sum ungdómsleikari spældi Roy Hodgson eitt kappingarár við Crystal Palace. Tað var í 1965-1966.

 

- Hetta felagið er ógvuliga serstakt, og tað hevur ein stóran týdning og hevur spælt ein stóran leiklut í fótbóltslívi mínum. Men vegna umstøðurnar skilji eg væl, at tað kann vera best fyri felagið at leggja ætlanir langt fram í tíðina, og tí havi eg valt at gevast í starvinum. So kann felagið eisini framskunda ætlan sína um at fáa ein nýggjan høvuðsvenjara, ið annars var ætlanin til komandi summar, segði Roy Hodgson við enskar miðlar. 

 

Roy Hodgson hevur sum venjari verið svenskur meistari á fýra sinnum. Tvær ferðir við Halmstad og tvær ferðir við Malmö FF. Í 2001 vann hann danska meistaraheitið við FC Keypmannhavn, ið hevði Toda Jónsson á liðnum. 

 

Roy Hodgson hevur vant 22 ymisk lið í átta ymiskum londum.

 

Í 1994 førdi hann Sveis til áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum í USA. Í 2016 førdi hann Ongland til áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum í Fraklandi, men tað endaði við einum minniligum og eyðmýkjandi 1-2 tapi fyri Íslandi, og so var Roy Hodgson liðugur sum enskur landsliðsvenjari.