Roxette við nýggjari fløgu

Roxette fyrireikar nú nýggja fløgu, sum æltandi kemur á marknaðin 14. februar næsta ár. Per Gessle og Marie Frederiksson, sum mynda bólkin, hava ikki givið nýtt tilfar út síðan 2001, tá fløgan ?Room Service? kom út.

 

Marie Frederiksson fekk staðfest svull í heilanum í 2002, og hon hevur síðan stríðst fyri at koma seg aftur.

 

Nú eru hon og Per Gessle til reiðar við nýggjum sangum.

 

Heitið á nýggju fløguni er ?Charm School?.