Í fjørsummar vitjaði Roxette á Summar Festivalinum, og tað var í tøkum tíma, at føroyingar fingu høvi at uppliva svenska superbólkin.
Nú má Roxette gevast at spæla. Lækni hevur frámælt songkvinnuni Marie Frederiksen at fara aftur á konsertferð í summar, og tær 14 konsertirnar, sum bólkurin skuldi halda, eru avlýstar.
Marie Frederiksen bleiv sjúk av krabbameini í 2002, og tá fekk hon at vita, at hon hevði eitt hálvt ár eftir at liva. Men Marie yvirlivdi krabbameinið og kom so væl fyri seg aftur, at hon í 2009 fór aftur á konsertferð við Roxette. Síðani hevur hon verið á tveimum heimskonsertferðum, sum millum annað leiddi bólkin til Føroya í fjør.
- Tað hava verið 30 fantastisk ár, og eg merki bara lukku, tá ið eg hugsi um konsertferðirnar hjá Roxette. Eg eri serliga fegin um og takksom fyri, at eg í 2009 megnaði at koma fyri meg aftur og sleppa aftur á tvær heimskonsertferðir við Roxette. Túverri eru mínir konsertdagar nú lidnir, og eg vil takka okkara fjepparum, sum hava verið við á okkara ferð, sigur Marie Frederiksen.
Eftir øllum at døma er heilsustøðan hjá Marie Frederiksen nú ikki nóg góð til, at hon kann framføra á konsertum.










