Roxette eiga besta summarhittið

Svenska duoin, Roxette, eigur størsta summarhittið, sum hevur verið seinastu 25 árini. Sangurin ”It Must Have Been Love”, sum er vinnaralagið, var tó upprunaliga ein jólasangur.

 

Danska útvarpsrásin, P3, hevur hetta summarið leitað eftir størsta summarhittinum seinastu 25 árini, og kappingin hevur verið hørð. Allíkavæl blivu tað tey bæði Per Gessle og Marie Fredriksson, sum saman kalla seg Roxette, sum við lagnum ”It Must Have Been Love” kunnu kalla seg eigarar av besta summarhittið í 25 ár.

 

Tey flestu kenna ivaleyst sangin frá filminum ”Pretty Woman”, men tað var tó ikki har, sangurin bleiv kendur fyrstu ferð. Lagið lá ovast á svenska hitlistanum í 1987, tá tað var eitt jólalag og hevði heitið ”Christmas for the Brokenhearted”.

 

”It Must Have Been Love” hittaði í fleiri enn 75 londum, tá sangurin streyk inn á allar hitlistar summarið 1990.

 

Sangurin dystaðist um at gerast besta summarhittið ímóti stórum tónleikanøvnum sum Spice Girls, Take That, Team Easy On og Gnarls Barkley.