Roxette á Summarfestivalinum

Høvuðsnavnið á Summarfestivalinum komandi ár verður svenski tónleikabólkurin Roxette.

Høvuðsnavnið á Summarfestivalinum varð avdúkað á Rás 2 fyri løtu síðani, og komandi ár fær Klaksvík vitjan av svenska bólkinum Roxette.

 

Roxette er mannað av Per Gessle og Marie Fredriksson. Tey bæði byrjaði at spæla saman í 1986 og hava selt yvir 75 milliónir útgávur um allan heimin. Fýra av løgunum hjá parinum hava ligið á fyrsta plássið á amerikanska Billboard-listanum. Tey eru The Look, It Must Have Been Love, Listen To Your Heart og Joyride.

 

Roxette eru á løtuni á konsertferð runt heimin og nú vita vit, at teir gera ein steðg á Summarfestivalinum í Klaksvík í august.