ROX í Vági í kvøld

Sum vanligt er 2. Páskakvøld, verður stórur dansur í VB húsinum í Vági í kvøld. Talan er um bólkin ROX, sum leitar sær leiðina suður, og skal undirhalda hetta páskakvøldið.

 

ROX er ein bólkur, sum er kendur fyri at spæla kendan dansitónleik – nýggjan og gamlan.

 

Á Facebook sigur bólkurin, at hann hevur lagt seg eftir at spæla gyltar klassikarar, og tað nýggjasta nýggja. Stílurin variera millum country, popp, bleytar balladur, glaðan popp og rokk. Í bólkinum eru Signar í Homrum, sang, John Johansen, bass, Høgni Fagraberg, guitar og James Olsen á trummum.

 

Tað er í kvøld á midnátt, at dansurin í Vági byrjar.